Føroyar fáa størri toskakvotu á Flemish Kap

Føroyar fáa størri toskakvotu á Flemish Kap
Føroyska toskakvotan á Flemish Kap næsta ár verður 2.819 tons. Tað eru stívliga 200 tons fleiri enn í ár
Føroyska toskakvotan á Flemish Kap næsta ár verður 2.819 tons. Harumframt fáa føroyingar eisini 20 tons á Grand Bank
Mynd: Savnsmynd  
 
28.09.2024 - 15:18

Á ársfundinum hjá NAFO, sum endaði í gjár, samdust limalondini at hækka toskakvotuna á Flemish Kap fyri 2025.

Samlaða mest loyvda veiðan eftir toski varð ásett til 12.613 tons fyri 2025, og Føroyar eiga 22,35% av hesi kvotuni.

Tað merkir, at føroyska toskakvotan á Flemish Kap næsta ár verður 2.819 tons. Í 2024 var hon 2.617 tons.

Kvotan hjá Føroyum eftir svartkalva verður 188 tons og fyri kongafisk 69 tons.

Fiskivinnumálaráðið skrivar, at Kanada eisini hevur latið upp aftur fyri fiskiskapi eftir toski á Grand Bank, har veiðubann hevur verið síðan 1993. Her eigur Kanada 95% av Mest Loyvdu Veiðini. Semja var um at lata toskastovnin koma fyri seg komandi árini, og ein kvota varð ásett til hini limalondini, sum í fyrstu atløgu er best egnað sum hjáveiða. Føroyar fáa eina kvotu uppá 20 tons.

Rækjustovnarnir á Flemish Kap og á Grand Bank hava trupult við at koma fyri seg, og limalondini vóru samd um at halda fram við veiðibanninum, sum hevur verið síðan 2022.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 22. apríl
Morgunlestur týsdagur 22. apríl 2025
190899
Mánadag 21. apríl
Guðstænasta í Havnar kirkju.
190898
Mánadag 21. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 2:2
190874
Sunnudag 20. apríl
Bolero - 20. apríl 2025
190884
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 21. apríl
Bátasmíð í Sandavági
190904
Mánadag 21. apríl
Guðstænasta úr Havnar kirkju
190896
Mánadag 21. apríl
Anna FD 564
190890
Mánadag 21. apríl
Andakt
190889
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190878