Beinir Johannesen fingið rættleiðing frá Umhvørvismálaráðnum

Beinir Johannesen fingið rættleiðing frá Umhvørvismálaráðnum
Gjaldstovan er ikki komin við meting, sum Ingilín D. Strøm sigur í svari um fíggjarligar avleiðingar av at stytta arbeiðsvikuna
Beinir Johannesen, formaður í Fólkaflokkinum
Mynd: Myndasavn  
 
28.09.2024 - 18:50

Beinir Johannesen hevur fingið eina rættleiðing frá Umhvørvismálaráðnum í sambandi við svarið, sum Ingilín D. Strøm, landstýriskvinna, gav honum uppá fyrispurning um fíggjarligu avleiðingarnar av at stytta arbeiðsvikuna. 

Í tíðundunum í gjár segði Durita Tausen, varastjóri á Gjaldstovuni, at hon ikki kendi seg aftur í svarinum hjá landstýriskvinnuni. 

 

Ongin meting gjørd

Gjaldstovan hevur syrgt fyri at gera eina útrokning til ein arbeiðsbólk undir serligum fortreytum. Men Gjaldstovan er altso ikki komin við eini meting.

Sambært Duritu Tausen hevði verið ynskiligt at fingið møguleika at viðmerkja svarið, so eitt rættari svar bleiv útvegað.

Síðani svarið bleiv almannakunngjørt, hevur Beinir Johannesen fingið eina rættleiðing frá Umhvørvismálaráðnum í sambandi við svarið.

- Út frá tí svari, sum eg havi fingið, og eisini tær óvissur, sum tað vísir, eru tengdar at hesum, so er málið als ikki klárt til støðutakan, sigur Beinir Johannesen.

 

Hoyrið innslagið her:

 

stytt_arbeidsvika_lidugt1800

 

Í innslagnum verður sagt, at Ingilín D. Strøm fekk møguleikan at koma við eini viðmerking, men valdi ikki at viðmerkja málið.

Heldur skuldi verið sagt, at vit royndu at fáa orðið á Ingilín D. Strøm, men hetta eydnaðist okkum ikki.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 27. apríl
Bolero 27 apr 2025
191112
Leygardag 26. apríl
Jambalaja - 260425
191096
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109
Fríggjadag 25. apríl
KAKUMiKS (4:7)
191050