Sáttmálar úr gildi týsdagin. Samráðingar ikki byrjaðar

Sáttmálar úr gildi týsdagin. Samráðingar ikki byrjaðar
1. oktober fara sáttmálarnir hjá Starvsfelagnum um tey, sum arbeiða hjá landi og kommunum, úr gildi
Starvsfelagið skal samráðast um sáttmálar hjá teimum, sum arbeiða hjá landi og kommunum.
 
27.09.2024 - 05:53

1. oktober, týsdagin, fara sáttmálarnir hjá Starvsfelagnum um tey, sum arbeiða hjá landi og kommunum, úr gildi.

Men eingin formligur samráðingarfundur við Fíggjarmálaráðið og Kommunala arbeiðsgevarafelagið hevur verið enn.

Og krøvini um nýggjar sáttmálar eru ikki løgd fram.

Men Starvsfelagið sigur í fráboðan til limirnar, at samstarvið millum partarnar er gott, og tingini flyta seg rætta vegin. 

Samband hevur verið millum partarnar seinastu tíðina. 

Partarnir hittast á fyrsta samráðingarfundinum 8. oktober.

Fundur skuldi vera í dag, men av tí at uppskot um fíggjarlógina skal leggjast fram mánadagin, eru stundir ikki at samráðast.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 3. januar
Vikuskiftið 3 januar 2025
185846
Fríggjadag 3. januar
Morgunlestur fríggjadagur 3. januar 2025
185356
Hósdag 2. januar
RagnarRokk 2.januar 2025
184018
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. januar
Veðrið
185848
Mikudag 1. januar
Sig okkurt skek
185740
Mikudag 1. januar
Hjartabørn í Kenja
185737
Mikudag 1. januar
Andakt við Gerhardi Jónsson Mikkelsen
185736
Týsdag 31. desember
Nýggjár 2024
185722