Frítekst tagging:
- Tíðindi, mentan og ítróttur
2024 í myndum
2024 í myndum
Enn eitt hendingarríkt ár er brátt farið. Soleiðis sá árið út gjøgnum linsuna hjá myndamanni okkara Bjarna Árting Rubeksen
31.12.2024 - 17:00
Koyrilíkindini vóru av teimum ringastu 18. januar, tí tað var hált og glerstoytt um alt landið. Strandferðslan avlýsti á fleiri bygdaleiðum, eitt nú leið 200, 300 og 600. Eisini á Velbastaðshálsi vóru sera vánalig koyrilíkindi.
Tað var sorrig og glæde uttan fyri býráðssalin í Havn 29. februar, tá tað var endaliga samtykt at geva byggiloyvi til nógv umstríddu kirkjuna á Argjum. Átta býráðslimir í Havn við Heðin Mortensen, borgarstjóra, á odda atkvøddu fyri at geva loyvi til at byggja nýggja kirkju við Sandá á Argjum
19. mars komu bøndur í traktorum úr øllum ættum til Havnar at mótmæla uppskotinum um burðardygga ferðavinnu. Fleiri traktorar fóru úr Norðoyggjum um morgunin, og fleiri løgdust síðani afturat, so hvørt sum fylgið kom suður ímóti Havnini.
8. og 9. apríl helt Norðurlandaráðið fyri fyrstu ferð nakrantíð fund í Føroyum, sum bleiv hildin í Hotel Føroyum. Millum røðararnar var Louise Dedichen, varaadminiralur og stjóri í hernaðarmissiónini í Norra. Hon hevur síðstu árini arbeitt í Brúsell og ráðgivið topppolitikarunum í NATO í hernaðarmálum. Hon staðrfesti, meðan Aksel V. Johannesen, løgmaður, lýddi á, at Putin er størsta avbjóðing í Evropa, tá vit tosa um frið og tryggleika.
15. mai feldi løgtingið uppskotið hjá Bjarna Kárason Petersen, landsstýrismanni í lógarmálum, um fría fosturtøku til 12. viku. 15 atkvøður vóru fyri og 15 ímóti. Meðan nógv harmaðust, so var eisini stór gleði millum limir í Pro Vita, sum vóru í løgtinginum til viðgerðina.
Juni var eins og mai merktur av, at verkafólk fór í verkfall. Hesir hildu vakt við Nýhavnina í Havn 6. juni og syrgdu fyri, at einki slapp inn ella út úr Nýhavnini, sum er Schengen-øki.
18. juli varð ársins G! festivalur skotin í gongd í Syðrugøtu við nógvum tónleiki, góðum lagi og hópin av kærleika.
20. august skipaðu næmingar á Glasi fyri einari "sit down"-mótmæli. Næmingarnir vóru ónøgdir við nýggju skilhaldsreglurnar, ið leiðslan hevði sett í verk. Skilhaldsreglurnar hava millum annað við sær, at næmingar ikki longur sleppa at hava telefonina hjá sær í tímunum, og tær merkja eisini, at internet skúlans er avmarkað soleiðis, at næmingarnir ikki longur sleppa inn á ávísar síður við netinum hjá skúlanum. Harumframt eru avmarkingar settar fyri hvar flokkar kunnu fara á námsferð.
24. september vitjaði danski rúmdarfarin Andreas Mogensen í Føroyum. Millum ørindi hansara er ein vitjan í Willams húsi, har hann handaði Zachariasi Heinesen slipsið hjá pápa hansara, Williami Heinesen, aftur. Anderas Mogensen hevði havt við sær út í rúmdina saman við einum føroyskum flaggi, sum nú hongur í Tjóðsavninum.
24. oktober leggur Ingilín D. Strøm, eftir mikla politiska orrustu, frá sær sum landsstýriskvinna í umhvørvis- og bústaðarmálum. Ingilín D. Strøm mátti staðfesta, at samgongan hevði mist álit á seg, tá tvey umboð fyri Tjóðveldi, Liljan Weihe og Erling Eidesgaard, fóru at atkvøða fyri misálitinum á hana frá andstøðuni.
14. november bleiv stóra trónuskiftið á Vaglinum í Havn staðfest Nýggja býráðssamgongan í Tórshavnar kommunu skipaði seg við Elsu Berg sum borgarstjóra, Heðini Mortensen sum varaborgarstjóra, og Trónda Sigurðsson sum øðrum-varaborgarstjóra.
19. desember lótu tunlarnir norður um Fjall upp fyri almennari ferðslu. Harvið sluppu fólk norðanfyri loksins úr 60 ára gamla samferðsluhaftinum, tey hava livað í síðani miðskeiðis í sekstiárunum, tá gomlu tunlarnir lótu upp.
|