Reiðarafelagið sigur nei til broytingarnar

Reiðarafelagið sigur nei til broytingarnar
Reiðarafelagið tekur ikki undir við uppskotinum hjá Dennisi Holm, landsstýrismanni, sum ætlar at gera broytingar í sjófeingislógini
03.01.2025 - 19:25

Dennis Holm, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, vil broyta sjófeingislógina á fleiri økjum.

Higartil hevur vinnan verið atfinningarsom til ætlaðu broytingarnar millum annað við at minka um útlendskan eigaraskara í fiskivinnuni. Virkiseigarar vanta eisini, at tað verður minni arbeiði á landi, nú møguleiki verður at selja helvtina av veiðuni uttanlands, tó er tað júst hetta, sum Fiskimannafelagið fegnast um. 
Ein av høvuðsorsøkunum, at Reiðarafelagið ikki tekur undir við uppskotinum hjá Dennis Holm, er, at felagið saknar, at gildistíðin á fiskirættindunum ikki verður longt.

Reiðarafelagið heldur ikki tað vera rætt at herða miðsavningarreglurnar.

Felagið heldur tað eisini vera ein trupulleika, at onkrir eigarar ikki kunnu keypa upp aðrar eigarar. 

 

Fakta

Fyri tað fyrsta verður galdandi áseting um, at útlendingar skulu úr fiskivinnuni á sjógvi í 2032 herd. Heldur ikki í skiftistíðini fram til 2032 skal nakar útlendingur hava loyvi at keypa seg inn í veiðiliðið.

Antitrust-reglurnar skulu eisini herðast. Einki felag skal kunna eiga meira enn 15 prosent av hvørjum bólki. Í Barentshavinum verður markið tó 25 prosent. Nakrar fyritøkur eru omanfyri hesi mørk ídag. Tær varðveita síni rættindi, so leingi tær ikki skifta eigarar:

Triðja broytingin er av meira tekniskum slag. Landsstýrismaðurin vil javnseta allar kvotur, soleiðis at tær hækka og lækka eftir sama lutfalli í mun til heildarkvotuna.

Fjórða broytingin er, at tá uppsjóvarkvoturnar eru stórar, skulu nøgdirnar omanfyri eitt ávíst mark latast teimum reiðaríum, sum hava lutfalsliga lítlar kvotur. Markið verður 100.000 tons fyri makrel og norðhavssild og 385.000 tons fyri svartkjaft.

Fimta broytingin er at loyva føroyskum skipum at landa størri part av uppsjóvarfiskinum uttanlands. Verandi mark, sum er 15 prosent, skal hækka til 50 prosent.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 5. januar
Bolero - Nýggjár 2025
185883
Sunnudag 5. januar
Guðstænasta í Skála kirkju
185882
Leygardag 4. januar
Plátupanelið #025 (1990)
185873
Leygardag 4. januar
Jambalaja - 040125
185865
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. januar
Veðrið
185848
Mikudag 1. januar
Sig okkurt skek
185740
Mikudag 1. januar
Hjartabørn í Kenja
185737
Mikudag 1. januar
Andakt við Gerhardi Jónsson Mikkelsen
185736
Týsdag 31. desember
Nýggjár 2024
185722