Landsstýrismálanevndin hittist í næstu viku

Landsstýrismálanevndin hittist í næstu viku
Mikudagin í næstu viku hittist landsstýrismálanevndin at viðgera kæruna um Dennis Holm, landsstýrismann í fiskivinnumálum
Landsstýrismálanevndin; Hans Jacob Thomsen, Bárður á Steig Nielsen og Hanna Jensen.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen.  
 
03.01.2025 - 19:08

Mikudagin í næstu viku hittist landsstýrismálanevndin at viðgera kæruna hjá Árna Skaale, tingmanni, um Dennis Holm, landsstýrismann í fiskivinnumálum. 

Landsstýrismálanevndin skal á fund við Kristinu Samuelsen, advokat, sum er biðin um at ráðgeva nevndina í samband við kæruna.

Í mai kærdi Árni Skaale, tingmaður fyri Fólkaflokkin, Dennis Holm til landsstýrismálanevndina fyri at hava latið 35.000 tons av svartkjafti sum felagskvotu við hámarki.

Fyri jól bað landsstýrismálanevndin Kristinu Samuelsen um ráðgeving í samband við kæruna. 

Tað arbeiðið er nú liðugt.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947
Týsdag 22. apríl
3-2 (24. mars 2025)
190946