- Tíðindi, mentan og ítróttur
Biden verjir amerikanskt stál
Tað verður ikki á hesum sinni, at US Steel verður selt til Japan. Amerikanski forsetin, Joe Biden, hevur nevniliga sett forboð fyri keypinum.
Tað skrivar bretska kringvarpið.
Ein keypsavtala var annars gjørd við einum virði á áleið 108 milliardir krónur.
Sambært Hvítu húsunum tók forsetin avgerðina eftir, at hava fingið upplýsingar um, at japanska fyritøkan kann taka avgerðir, ið eru ein hóttan móti amerikansku trygdini.
- Sum eg so mangan áður havi sagt, so er stálframleiðslan ryggurin í tjóðini. Tað er tí, at stál er drívmegin í okkara landi, okkara infrakervi, okkara bilídnaði og okkara verjuídnaði. Tjóðin er veikari og minni trygg uttan eina heimliga stálframleiðslu og stálarbeiðarar.
Tað sigur Joe Biden.
Avgerðin er tikin eitt ár eftir at japanska fyritøkan boðaði frá, at ætlanin var at keypa amerikansku fyritøkuna við heimstaði í Pennsylvania. Fakfeløg í stálídnaðinum hava funnist at avtaluni, og víst á, at keypið kundi viðvirka til, at arbeiðspláss í Pennsylvania blivu niðurløgd. Tað førdi til eitt trýst á politisku skipanina í einum valári, har júst Pennsylvania gjørdist ein sveiggjstatur. Umframt Joe Biden hevur eisini komandi forsetin, Donald Trump, funnist at avtaluni.
Bæði Nippon Steel og US Steel hava áður boðað frá, at um avtalan bleiv steðgað so fóru teir at royna málið í rættinum.