Rønn Eliasen nýggj forkvinna í Leiklistaráðnum

Rønn Eliasen nýggj forkvinna í Leiklistaráðnum
Margretha Nónklett, sum hevur verið forkvinna, hevur tikið seg aftur av persónligurm ávum
Leiklistaráðið saman við landsstýriskvinnuni í mentamálum.
 
27.09.2024 - 15:29

Rønn Eliasen, sum í skjótt tíggju ár hevur starvast sum mentanarleiðari í Fuglafjarðar kommunu, er sett sum nýggj forkvinna í Leiklistaráðnum.

Hon avloysir Margrethu Nónklett, sum hevur tikið seg aftur av persónligurm ávum.

Millum uppgávurnar, ið standa fyri framman hjá Leiklistaráðnum, ið Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í mentamálum varðar av, er at byggja nýtt tjóðleikhús og at seta nýggjan stjóra fyri Tjóðpallin.

Umframt nýggju forkvinnuna, sita nú Benjamin Gaasedal, Vár Berghamar Jacobsen, Ria Tórgarð, Heini Gaard, Barbara Hentze í Stórustovu og Arnfinnur Nesá í Leiklistaráðnum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 27. apríl
Bolero 27 apr 2025
191112
Leygardag 26. apríl
Jambalaja - 260425
191096
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109
Fríggjadag 25. apríl
KAKUMiKS (4:7)
191050