- Tíðindi, mentan og ítróttur
Nólsoy: Skal fólkatalið vaksa, er neyðugt at hava møguleika at seta búgv
Nólsoy: Skal fólkatalið vaksa, er neyðugt at hava møguleika at seta búgv
Í Nólsoy kenna tey seg aftur í lítlu undirtøkuni, sum Tórshavnar kommuna skorar í kommunukanningini hjá Kringvarpinum, tá ið ræður um bústaðarviðurskifti
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen
27.09.2024 - 08:30
Aftasta pláss.
Tað er úrslitið, sum stóra kommunukanningin hja Kringvarpinum vísir fyri Tórshavnar kommunu, tá tað ræður um bústaðarviðurskifti. Av 100 stigum, skorar kommunan 33 stig.
Og betri bústaðarviðurskifti eru er ein stór mangulvøra í Nólsoy, sum síðani 2005 gjørdist partur av størstu kommununi í landinum.
"So skjótt sum oyggin gjørdist partur av Tórshavnar kommunu, var barnagarðurin í oynni bygdur liðugur. Men síðani er lítið og einki hent," sigur Nikolaj Falck, limur í staðbundnu nevndini í Nólsoy.
Hann er so ónøgdur við viðurskiftini, at hann hevur boðað frá, at hann nú bjóðar seg fram til býráðsvalið í november.
"Trivnaðurin í Nólsoy hevur seinastu árini verið ávirkaður av, at vit í oynni kenna okkum púrasta yvirsædd av kommununi. Um vit hava eitt umboð í býráðnum, kunnu ting henda," sigur hann.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen
Útstykkjað uttan planering
"Bústaðarviðurskiftini eru sera vánalig, tað er ringt at finna nakað at búgva í, og tað er ógvuliga trupult at byggja nakað nýtt í oynni," sigur Nikolaj Falck. "Í hesum spælir kommunan ein stóran leiklut, tí tað er kommunan, sum skal útvega grundstykkir," leggur hann aftrat.
Undanfarna nevnd syrgdi fyri, at grundstykki vóru stykkjað út í oynni. Fyri at hetta skuldi vera gjørt á ein so bíligan hátt sum gjørligt, varð stykkjað út uttan at planera. Hetta vísir seg nú sum ein trupulleika.
"Grundstykkini kosta 165.000 krónur. Um eitt par síðani skal brúka nógvan pening at planera, so verður lítið eftir til restina," sigur Nikolaj Falck. Hann er sjálvur vaksin upp í oynni, og hevur í hesum umfarinum búð í Nólsoy síðani 1979.
Tá ið oyggin legði saman við Tórshavnar kommunu í 2005, var longu stykkjað út. Síðani hevur kommunan gjørt veg og lagt kaðalar, so tað er koyrandi niðan til stykkini. Men enn er ikki planerað, og bara eittans hús er í gerð.
Grundstykkini vóru longu útstykkjað, tá Nólsoy legði saman við Tórshavnar kommunu. Eitt hús stendur í gerð. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)
Eldri sita føst í sethúsum
At ogna sær eldri sethús er trupult í Nólsoy, tí at fólkini, sum búgva í húsunum, hava ongastaðni at fara, um tey ikki skulu av oynni. Hetta hóast fleiri teirra kundu hugsað sær at flutt í okkurt minni.
"Tað er gravgangur eftir at sleppa út í oynna at búgva, millum annað tí at vit hava barnagarð og skúla. Trupulleikin er, at tey, sum vilja ogna sær eini sethús, hava ikki møguleika til tess, og at fáa fígging til bygging er trupult" sigur Nikolaj Falck.
- Yvir 30 sethús standa tóm, sigur Nikolaj Falck. Tey, sum eiga húsini, hava tilknýti til oynna, men so eru tað eisini tey, sum hava ognað sær summarhús í Nólsoy. 107 hús eru í oynni.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen
Stór afturgongd í fólkatalinum
Í januar í ár búðu 219 fólk í oynni. Tað eru 44 fólk færri enn í 2005, tá ið oyggin gjørdist eitt við Tórshavnar kommunu.
Men eru ikki eisini fyrimunir við at vera við í einari stórari kommunu?
"Tað skuldi mann trúð, jú. Men soleiðis kenna vit tað ikki. Nólsoyingar halda ikki, at tað er ein fyrimunur - jú, tá tað kemur til kvøldskúlan og tílíkt, tá er tað ein fyrimunur, men annars ikki" sigur Nikolaj Falck.
Fólkatalið í Nólsoy síðani 2000 sambært Hagstovuni. (Grafur: Kenneth Jørgensen)
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV