Mentanarvirðislønirnar verða handaðar í Varpinum

Mentanarvirðislønirnar verða handaðar í Varpinum
Tiltakið verður í mentanarhúsinum í Klaksvík 23. oktober
Varpið í Klaksvík.
 
27.09.2024 - 14:51

Varpið í Klaksvík verður karmur um mentanarvirðislønir landsins 2024.

Tað boðar Mentamálaráðið frá. 

Árliga tiltakið verður í nýggja mentarnarhúsinum í Norðoyggjum 23. oktober, tá Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í almanna- og mentamálum, handar virðislønir landsins til lista- og mentafólk.

Tríggjar virðislønir verða handaðar:

Mentanarvirðisløn landsins, sum er 150.000 kr., verður latin fyri at heiðra føroyskt mentafólk sum tøkk fyri útint listarligt avrik.

Heiðursgáva landsins, sum er 75.000 kr., verður latin teimum, ið hava virkað til frama fyri mentanarlig virði, sum hava týdning fyri føroyska mentan, list og mentanararv.

Serstøk virðisløn, sum er 50.000 kr., verður latin listafólki, mentafólki ella felagsskapi eftir landsstýrisfólksins egnu avgerð.

Tiltakið er alment og ókeypis.

Kringvarpið sendir beinleiðis frá tiltakinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 5. januar
Bolero - Nýggjár 2025
185883
Sunnudag 5. januar
Guðstænasta í Skála kirkju
185882
Leygardag 4. januar
Plátupanelið #025 (1990)
185873
Leygardag 4. januar
Jambalaja - 040125
185865
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. januar
Veðrið
185848
Mikudag 1. januar
Sig okkurt skek
185740
Mikudag 1. januar
Hjartabørn í Kenja
185737
Mikudag 1. januar
Andakt við Gerhardi Jónsson Mikkelsen
185736
Týsdag 31. desember
Nýggjár 2024
185722