- Tíðindi, mentan og ítróttur
Aktaði ikki boðum frá løgregluni
Aktaði ikki boðum frá løgregluni
Eitt fólk er í nátt skuldsett fyri rúsdrekkakoyring, fyri ferðsluóahapp í sambandi við rúsdrekkakoyring og fyri ikki at akta boðum frá løgregluni
04.01.2025 - 10:25
Bilførarin í einum persónbili koyrdi so mikið ótrygt, at løgreglan metti, at neyðugt var at steðga bilinum, - hetta var í Rituvík. Men bilførarin koyrdi undan løgregluni gjøgnum bæði bygt og óbygt øki, og tá ið komið var inn á Glyvur, - omanfyri bátahylin, avgjørdi løgreglan at koyra á bilin fyri at fáa hann at stegða.
Stoyturin gjørdi, at bilførarin misti tamarhaldið á bilinum, sum fór skoytandi eftir vegnum. Bilarnir fingu lítlan skaðan, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini.
Bilførarin er skuldsettur fyri rúsdrekkakoyring, fyri ferðsluóhapp í sambandi við rúsdrekkakoyring og fyri ikki at akta boðum frá løgregluni.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 6. januar
RagnarRokk: Jan Christian Halfbrodt um Celbration Day-30 Years Of Mob Rules
185913
Nýggjastu sendingar í SV