Ingilín D. Strøm givið løgtingsmanni ófullfíggjað svar

Ingilín D. Strøm givið løgtingsmanni ófullfíggjað svar
 Varastjórin á Gjaldstovuni kennir seg ikki aftur í grein 52a-svari hjá Ingilín Didriksen Strøm, landsstýriskvinnu, um fíggjarligu avleiðingar av styttri arbeiðsviku
Tað brýtur um bæði borð hjá Ingilín Didriksen strøm, landsstýriskvinnu, sum nú eisini verður løgd undir at hava givið løgtingsmanni eitt ófullfíggjað svar upp á ein grein 52a-spurning
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
27.09.2024 - 18:45

Herfyri setti Beinir Johannesen, løgtingsmaður, Ingilín Didriksen Strøm, landsstýriskvinnu í arbeiðsmarknaðarmálum, ein grein 52a-spurning. 

Beinir Johannesen vildi hava at vita, hvørjar fíggjarligar avleiðingar fóru av vera av einari styttari arbeiðsviku. 

Í svarinum kemur fram, at verður arbeiðsvikan stytt við trimum tímum, so fer tað at kosta landi og kommunum 280 milliónir krónur, men av hesum fáa land og kommunur 100 milliónir krónur meira inn í skatti.

Fyri vinnuna fer tað at kosta hálva milliard krónur í øktum lønar-, pensjóns- og arbeiðsmarknaðarútgjaldingum, har Ingilín Didriksen Strøm sigur í svarinum, at Gjaldstovan hevur gjørt eina yvirskipaða meting um, hvussu nógv tað fer at kosta at stytta arbeiðsvikuna.

Varastjórin á Gjaldstovuni, Durita Tausen, kennir seg ikki aftur í grein 52a-svarinum hjá Ingilín Didriksen Strøm, landsstýriskvinnu í arbeiðsmarknaðarmálum, til Beinir Johannesen um fíggjarligu avleiðingar av styttri arbeiðsviku upp á 37 tímar.

Durita Tausen vísir á, at Gjaldstovan varð biðin um at gera eina útrokning til ein arbeiðsbólk, ið landsstýriskvinnan hevur sett til at arbeiða við evninum, og tí er hetta ikki ein greining til alment svar, ið landsstýriskvinnan hevur svarað í grein 52a-spurninginum.

 

1699170

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 6. februar
Andarblak - Hann ger gimsteinar úr dusti
187441
Hósdag 6. februar
Góðan morgun Føroyar
187420
Hósdag 6. februar
Breddin: Tollkríggj
187418
Hósdag 6. februar
Kvinnur í ítrótti (6:6)
187318
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 5. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187371
Týsdag 4. februar
Veðrið
187342
Sunnudag 2. februar
Ítróttafagnaðurin 2024
187188
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta úr Kirkjubøar kirkju
187196
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155