- Tíðindi, mentan og ítróttur
Á Breddanum: Børn á barnaverndarstovnum og kvinnur í kommunustýrum
Eingin familjudepil hevur verið síðani januar 2022.
Avleiðingin er, at fleiri børn eru skrivað inn á barnaverndarstovnar.
Ein nýggj skipan skal gerast, har familjur í størri mun hjálpast heima, heldur landsstýrismaðurin í barna- og útbúgvingarmálum.
Djóni Nolsøe Joensen kemur í útvarpsstovuna.
Kvinnulisti í Sunda kommuna
Á kommunuvalinum 12. november fáa fólk í Sunda kommunu møguleika at seta kross við ein kvinnulista. Stig eru tikin til listan fyri at betra um kvinnuumboðanina í kommunustýrinum, har einans ein av ellivu kommunustýrislimum er kvinna.
Men hvussu gongst at fáa kvinnur á valevnislistarnar, nú freistin at stilla upp til kommunuvalið nærkast?
Breddin í útvarpinum og á kvf.fo. klokkan 10.