USA letur Ukraina 53 milliardir kr. í hernaðarstuðli

USA letur Ukraina 53 milliardir kr. í hernaðarstuðli
Ukrainski forsetin er á vitjan í USA í hesum døgum
Joe Biden, forseti, hevur lovað ukrainska starvsbróðurinum, Zelenskyj, átta millardir í hernaðarhjálp aftrat.
Mynd: Reuters/Ritzau Scanpix  
 
26.09.2024 - 15:49

Amerikanski forsetin Joe Biden hevur almennakunngjørt, at Ukraina fær átta milliardir dollarar í hernaðarstuðli aftrat. 

Tað boðar amerikanski forsetin frá, nú ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, er á vitjan í USA.

Átta milliardir dollarar svara til 53 milliardir krónur.

 

Ukraina skal vinna kríggið

Biden sigur, at hernaðarstuðulin skal hjálpa Ukraina at vinna kríggið móti russisku deildunum, sum hava gjørt innrás.

Stuðulin merkir m.a., at ein sending við fjarstýrdum bumbum, sum røkka upp í 130 km, fer til Ukraina, og aðrar rakettir til at leypa á russiskar deildir við størri frástøðu.

Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, skal hitta amerikanska forsetan Joe Biden og varaforsetan, Kamalu Harris, í Hvítu húsunum seinni í dag.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 28. januar
Orðaval #10 - talumál og Norðlýsið
186983
Týsdag 28. januar
Góðan morgun Føroyar
186960
Týsdag 28. januar
Morgunlestur týsdagur 28.januar 2025
186651
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 28. januar
Vegamót: Støðan í ríkisfelagsskapinum
187006
Týsdag 28. januar
Veðrið
186991
Sunnudag 26. januar
Guðstænasta á Viðareiði
186881