Roynd at fáa limaskap í WTO við í eykajáttanarlógini

Roynd at fáa limaskap í WTO við í eykajáttanarlógini
Løgmansskrivstovan biður um 300.000 kr. til ferðing og til at løna uttanhýsis fólki
Tinganes.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
26.09.2024 - 11:14

Royndin at fáa Føroyum sjálvstøðugan limaskap í WTO, er við í uppskotinum um eykajáttanarlóg, sum kom í løgtingið í gjár.

Á ríkisfundinum í august í ár var avgjørt, at spurningurin um føroyskan limaskap í heimshandilsfelagsskapinum WTO skal roynast í gerðarrætti millum Føroyar og Danmark sambært heimastýrislógini. 

Hetta er ongantíð roynt áður.

Tí vera nógvar fyrireikingar, sigur Løgmansskrivstovan, sum biður um 300.000 kr. til ferðing og til at løna uttanhýsis fólki. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 27. apríl
Bolero 27 apr 2025
191112
Leygardag 26. apríl
Jambalaja - 260425
191096
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109
Fríggjadag 25. apríl
KAKUMiKS (4:7)
191050