Her er búmerkið hjá Oyggjaleikunum 2027

Her er búmerkið hjá Oyggjaleikunum 2027
Yvir 50 uppskot komu inn til búmerkjakappingina hjá Ítróttasambandi Føroya, men dómsnevndin valdi tað hjá Robert Gutke
Búmerkið til Oyggjaleikirnar í Føroyum í 2027 varð avdúkað í dag. Robert Gutke vann í kapping við 50 onnur uppskot
 
26.09.2024 - 14:41

Fyrr í summar skrivaði ÍSF út búmerkjakapping til Oyggjaleikir 2027, og í dag varð vinnandi búmerkið, sum Robert Gutke av Eiði eigur, avdúkað. 

Aldur, vindur, rørslur, breytir og veðrahorn eru nakað av tí, sum sæst aftur í búmerkinum, sum ein samd dómsnevnd valdi millum tey 51 innkomnu uppskotini, skrivar ÍSF.

 

240926_ROBERTGUTKE_NET

 

Seks fólk vóru í dómsnevndini. Anna Maria Toftegaard, ÍSF, Barbara M. Lamhauge og Heidi Andreasen, Sansir, Niels Mortensen, Oyggjaleikanevndin 27, Hansina Iversen, næstforkvinna í LISA og Høgni E. Magnussen, grafikari í Kringvarpi Føroya. 

Arbeiðið við at gera heimasíðu og samleika til Betri Oyggjaleikir 2027 fer nú í gongd. Samskiftisfyritøkan Sansir hevur fingið ta arbeiðsuppgávuna, og eftir ætlan verður heimasíðan almenn í juli næsta ár, tá ið oyggjaleikirnir í Orknoyggjum eru av. 

Betri Oyggjaleikir 2027 verða í døgunum 3.-9. juli, og tá fara eini 2.500 ítróttafólk at kappast í 14 ymsum ítróttagreinum í Føroyum.

 

Loading Poll...
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 2. mai
RagnarRokk: Schmier um Birth of Malice
191321
Fríggjadag 2. mai
Morgunlestur fríggjadagur 2.mai 2025
191016
Hósdag 1. mai
RagnarRokk 1.mai 2025
190925
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 2. mai
KAKUMiKS (5:7)
191336
Hósdag 1. mai
Grønir fingrar (1:3)
191286
Mikudag 30. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
191210
Týsdag 29. apríl
Veðrið
191187
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130