- Tíðindi, mentan og ítróttur
Donsk ungfólk vita lítið og einki um Føroyar og Grønland
Ein nýggj frágreiðing um ung í ríkisfelagsskapinum staðfestir, at ungdómurin í Danmark veit lítið um Føroyar og Grønland.
Tað er DUF, Dansk Ungdoms Fællesråd, ið hevur latið kanningina gera, har ung úr teimum trimum londunum í ríkisfelagsskapinum hava svarað einum spurnarblaði.
Og tað er stórur munur á, hvat tey ungu vita og halda um hvønn annan.
15 prosent vita einki um Føroyar
15 prosent av teimum spurdu úr Danmark siga seg einki vita um Føroyar, meðan 32 prosent siga seg einki vita um Grønland. Hinvegin er tað eingin úr Føroyum, sum sigur seg onga vita hava um Danmark. Talið er null prosent. Sjey prosent av teimum ungu úr Grønlandi siga seg lítið og einki vita um Danmark.
Tá ið spurt verður um felagskensluna fyri hvørjum øðrum, svara 66 prosent av teimum ungu úr Danmark, at tey kenna lítla ella onga felagsskenslu við ungum úr Føroyum, meðan talið er á 71 prosentum við ungum úr Grønlandi. Ung úr Føroyum halda seg í ávísan mun hava eina felagskenslu við danir, meðan ungu grønlendingarnir siga seg als onga felagskenslu hava við danir ella føroyingar.
Kann ikki góðtakast
- Eitt gott samstarv í ríkisfelagsskapinum er treytað av, at vit kenna hvønn annan, søguna og mentanina hjá hvørjum øðrum. Tí kann tað ikki góðtakast, at tað bara eru tey ungu í Føroyum og Grønlandi, sum hava vitan um Danmark, og ikki øvugt, tí tá kunnu skeivir fordómar verða skaptir og ávirka samstarvið, sigur Christine Ravn Lund, forkvinna í Dansk Ungdoms Fællesråd.
Hóast vitanin millum donsk ungfólk er so sum so um Føroyar og Grønland, staðfestir kanningin hinvegin, at tey ungu í Danmark hava nógv færri fordómar móti føroyingum og grønlendingum, enn vanligi danin hevur, og soleiðis sum miðlarnir ofta lýsa Føroyar og Grønland.
Kanningin er tann fyrsta av sínum slagi, sigur Dansk Ungdoms Fællesråd í tíðindaskrivi.
Kanningin verður løgd fram á Norðuratlantsbryggjuni í Keypmannahavn seinnapartin í dag.