- Tíðindi, mentan og ítróttur
15 ára gamal drongur verður ikki sendur av landinum fyribils
15 ára gamal drongur verður ikki sendur av landinum fyribils
Upplýsingar frá Gula skúla vísa, at 15 ára gamli drongurin, sum skuldi sendast á stovn í Danmark, er í rúkandi menning
25.09.2024 - 13:07
Føroya rættur hevur í dag gjørt av, at ein 15 ára gamal drongur, sum skuldi sendast á stovn í Danmark, verður ikki sendur av landinum, fyrr enn málið er endaliga viðgjørt.
Ætlanin var, at drongurin skuldi fara til Danmarkar 30. september.
Føroya rættur hevur viðgjørt eina kæru frá avvarðandi hjá dreinginum.
Dómarin vísti á, at nýggjar upplýsingar eru komnar fram í málinum. Eitt nú eitt skriv frá Gula skúla, har sagt verður, at drongurin hevur verið í rúkandi menning, síðani hann var innskrivaður á skúlan.
Hoyr samrøðu við Mimi Steintórsdóttur og Christian Andreasen, advokatar, sum umboða avvarðandi partar í málinum:
25092024_Verdur_ikki_sendur_av_landinum
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV