Sambýlið á Mýrini: Bygginevndin átti at verið tikin upp á ráð

Sambýlið á Mýrini: Bygginevndin átti at verið tikin upp á ráð
Byggingin var liðug í apríl í fjør, men ikki fyrr enn í oktober var sambýlið tikið í nýtslu, tí fleiri tillagingar máttu gerast
Nógvar tillagingar máttu gerast, áðrenn Sambýlið á Mýrini í Hoyvík kundi takast í nýtslu.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
25.09.2024 - 10:10

- Bygginevndin átti at verið tikin við upp á ráð, tá ið Sambýlið á Mýrini í Hoyvík var bygt. Hetta fyri at tryggja, at tú fær eitt sambýli, ið hóskar til tørvin.

Tað segði Beinta Dam, landsgrannskoðari, í Breddanum í gjár. 

 

Beinta Dam er landsgrannskoðari.

 

Hallur Thomsen, viðskiftastjóri í Almannaverkinum, var formaður í bygginevndini, tá ið Sambýlið á Mýrini var bygt.

Hann sigur, at  tá ið bygginevndin fyrstu ferð var í bygninginum, stutt fyri hann var liðugur, vóru fleiri viðurskifti, sum tey ikki vóru nøgd við.

 

Hallur Thomsen var formaður í bygginevndini. 

 

Byggingin var liðug í apríl í fjør, men ikki fyrr enn í oktober varð sambýlið tikið í nýtslu, tí fleiri tillagingar máttu gerast.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 

 

25092024_Sambylid_a_Myrini

 


 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 3. januar
Vikuskiftið 3 januar 2025
185846
Fríggjadag 3. januar
Morgunlestur fríggjadagur 3. januar 2025
185356
Hósdag 2. januar
RagnarRokk 2.januar 2025
184018
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. januar
Veðrið
185848
Mikudag 1. januar
Sig okkurt skek
185740
Mikudag 1. januar
Hjartabørn í Kenja
185737
Mikudag 1. januar
Andakt við Gerhardi Jónsson Mikkelsen
185736
Týsdag 31. desember
Nýggjár 2024
185722