Mál um tvígiftu fyri rættin

Mál um tvígiftu fyri rættin
Talan er um útlendska kvinnu, sum bleiv gift í Føroyum, hóast hon, sambært ákæruni, var gift í heimlandinum.
Eitt mál um bigami, tvígiftu, stendur at verða viðgjørt í rættinum 3. oktober.
 
25.09.2024 - 09:10

Bigami, tvígifta, er ikki vanligt orð í Føroya rætti.

Kanska hevur tað ongantíð verið brúkt har fyrr.

Men nú stendur tað í rættarlistanum.

Eitt mál um bigami stendur at skula viðgerast 3. oktober. 

Men tað verður helst ikki viðgjørt tann dagin, tí verjin fer at biðja um útseting, sum skilst í tveir mánaðir.

 

Eisini gift í heimlandinum 

Talan er um útlendska kvinnu, sum bleiv gift í Føroyum, hóast hon, sambært ákæruni, var gift í heimlandinum.

Í revsilógini stendur, at tann, sum longu er giftur og gongur í hjúnalag, verður revsaður við fongsli í upp til trý ár, ella um hin persónurin hevur verið óvitandi um verandi giftu, við fongsli í upp til seks ár.

Verður gerðin framd av grovum ósketni, er revsingin fongsul upp til eitt ár.

  

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 3. januar
Vikuskiftið 3 januar 2025
185846
Fríggjadag 3. januar
Morgunlestur fríggjadagur 3. januar 2025
185356
Hósdag 2. januar
RagnarRokk 2.januar 2025
184018
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. januar
Veðrið
185848
Mikudag 1. januar
Sig okkurt skek
185740
Mikudag 1. januar
Hjartabørn í Kenja
185737
Mikudag 1. januar
Andakt við Gerhardi Jónsson Mikkelsen
185736
Týsdag 31. desember
Nýggjár 2024
185722