Felagið Nótaskip fingið nýggjan stjóra

Felagið Nótaskip fingið nýggjan stjóra
Páll Holm Johannesen tekur við starvinum 1. november
Páll Holm Johannesen tekur við sum stjóri í Nótaskipum 1. november.
 
25.09.2024 - 14:14

Nevndin í Felagnum Nótaskip hevur sett Páll Holm Johannesen í starv sum stjóra í felagnum.

Hann tekur við eftir Jógvan Jespersen, sum er fyrsti stjóri felagsins, og sum hevur røkt starvið síðan 1. mai í 2008.

Páll Holm Johannesen er 44 ára gamal. Hann er útbúgvin í samfelagsfrøði, og tað seinasta árið hevur hann starvast sum ráðgevari og greinari í Vinnuhúsinum.

Frammanundan starvaðist hann í 10 ár á Løgmansskrivstovuni sum kunningarráðgevi og uttanríkispolitiskur ráðgevi.

26 umsóknir vóru til starvið.

Páll Holm Johannesen tekur við starvinum 1. november.

Nótaskip hava skrivstovu í Vinnuhúsinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 22. apríl
Morgunlestur týsdagur 22. apríl 2025
190899
Mánadag 21. apríl
Guðstænasta í Havnar kirkju.
190898
Mánadag 21. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 2:2
190874
Sunnudag 20. apríl
Bolero - 20. apríl 2025
190884
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 21. apríl
Bátasmíð í Sandavági
190904
Mánadag 21. apríl
Guðstænasta úr Havnar kirkju
190896
Mánadag 21. apríl
Anna FD 564
190890
Mánadag 21. apríl
Andakt
190889
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190878