Fámjinstunnilin fer nú at kosta 285 milliónir

Fámjinstunnilin fer nú at kosta 285 milliónir
Játtanarkarmurin er hækkaður, tí arbeiðið hevur verið nógv tarnað, og tað hevur stóran meirkostnað við sær.
33 milliónir verða játtaðar aftrat til Fámjinstunnilin. 19 milliónir í ár, og á fíggjarlógini næsta ár verða settar 14 milliónir at gera verkætlanina lidna.
Mynd: J&K Contractors  
 
25.09.2024 - 15:13

Játtanarkamurin í verklagslógini um Fámjinstunnilin verður nú hækkaður upp í 285 milliónir kr.

Hann hevur verið 252 milliónir kr. 

Neyðugt er at hækka játtanarkarmin, soleiðis at Landsverk kann gera fíggjarliga bindandi avtalur um tað, sum restar í av verkætlanini, og tilhoyrandi vegir, sigur Dennis Holm, landsstýrismaður, sum hevur lagt uppskotið fyri tingið.

 

 

Fleiri omanlop

Tilfarið í Fámjinstunlinum er út av lagi vánaligt. Tvey stór omanlop vóru í tunlinum í 2023, og omanlop hevur eisini verið í ár, umframt aðrir trupulleikar. Arbeiðið er nógv tarnað, og tað hevur stóran meirkostnað við sær.

Í hesum árinum eru játtaðar tilsamans 88 milliónir kr., men tá óbrúkt játtan verður flutt fram, er tøka játtanin góðar 97 milliónir í ár.

Á eykajáttanarlógini, sum júst er løgd fram, er biðið um 19 milliónir kr. í ár, og á fíggjarlógini fyri næsta ár eru 14 milliónir kr. settar av at gera verkætlanina lidna. 

Í viðmerkingunum til uppskotið verður upplýst, at Landsverk hevur reist mál móti tryggingarfelag um endurgjald fyri meirkostnaðin.

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 27. apríl
Bolero 27 apr 2025
191112
Leygardag 26. apríl
Jambalaja - 260425
191096
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109
Fríggjadag 25. apríl
KAKUMiKS (4:7)
191050