Sorinskrivarin ikki longur forfólk í Vanlukkutryggingarráðnum

Sorinskrivarin ikki longur forfólk í Vanlukkutryggingarráðnum
Eftir áheitan frá sorinskrivaranum flutti landsstýrið í fjør heyst umsitingina hjá Vanlukkutryggingarráðnum frá Føroya rætti til Arbeiðs- og Brunaeftirlitið
Henrik Møller, sorinskrivari, er formaður í Vanlukkutryggingarráðnum. Hann hevur biðið um at sleppa undan at vera forfólk í ráðnum, og ta áheitanina hevur landsstýrið tikið til eftirtektar.
 
24.09.2024 - 10:43

Sorinskrivarin skal ikki longur vera forfólk í Vanlukkutryggingarráðnum.

Arbeiðsskaðatryggingarlógin skal broytast, so landsstýrisfólkið í umhvørvismálum sleppur at velja forfólk, sum skal vera løgfrøðingur.

Uppskot um lógarbroytingina er sent til hoyringar.

Eftir áheitan frá sorinskrivaranum flutti landsstýrið í fjør heyst umsitingina hjá Vanlukkutryggingarráðnum frá Føroya rætti til Arbeiðs- og Brunaeftirlitið. 

 

Ov stór arbeiðsbyrða

Sorinskrivarin heitti samstundis staðiliga á landsstýrið um at broyta ásetingarnar í arbeiðsskaðatryggingarlógini, so hann ikki longur skuldi vera fast forfólk í Vanlukkutryggingarráðnum.

Og tað ger landsstýrið nú.  

Orsøkin er, segði sorinskrivarin, at arbeiðsbyrðan er ov stór.

Og Vanlukkutryggingarráðið er ikki innanfyri høvuðsvirksemið hjá Føroya rætti. 

 

Meiri enn 350 mál um árið

Vanlukkutryggingarráðið hevur meira enn 350 mál um árið. Ráðið hevur 15-20 fundir um árið.

Endamálið við lógaruppskotinum er eisini at áseta greiðar gegnisreglur.

Endamálið er haraftrat at geva Vanlukkutryggingarráðnum møguleika at stytta málsviðgerðartíðina við at geva skrivaranum hjá ráðnum loyvi til at taka avgerðir í ávísum málum.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 26. apríl
Jambalaja - 260425
191096
Leygardag 26. apríl
Her er flaggdagsrøðan hjá Ben Arabo
191094
Leygardag 26. apríl
Upp á tá - 250425
191091
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 25. apríl
KAKUMiKS (4:7)
191050
Hósdag 24. apríl
Útilív 6:6
191066
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949