- Tíðindi, mentan og ítróttur
Altjóða ráðgevarafyritøka finst hvassliga at trygdini í Suðuroyartunlinum
Altjóða ráðgevarafyritøkan SWECO hevur skrivað frágreiðing um trygdina í Suðuroyartunlinum, sum uppskotið liggur á borðinum í løtuni.
Frágreiðingin er ein lemjandi atfinning av váðametingini, sum liggur til grund fyri kostnaðarmetingini av Suðuroyartunlinum.
Loysnin, sum ráðgevarafyritøkan Norconsult hevur gjørt fyri partafelagið Suðuroyartunnilin, kann ikki góðtakast og lýkur ikki treytirnar fyri null-hugsjónini og prinsippið, um at fólk skulu kunnu bjarga sær sjálvum út, um eldur kemur í, sigur ráðgevarafyritøkan SWECO.
Teitur Samuelsen er stjóri í partafelagnum Suðuroyartunlinum.
Eisini verður róð framundir, at Norconsult - sum eisini teknar tunnilin - tilvitað velur hugsað dømi um eld, sum koma til eina ávísa niðurstøðu í síni váðameting.
Váðametingin loyvir einari loysn, sum er munandi bíligari enn tann, sum vanliga krevst til so langan tunnil - tað vildi verið ein rýmingartunnil, trygdarrúm ella ein rýmingarleið aftan fyri ein brandvegg.
Suðuroyartunnilin verður umleið 23 km langur, og túrurin tekur umleið 17 minuttir í bili.
Teitur Samuelsen, stjóri í partafelagnum Suðuroyartunlinum, var í Breddanum fyrrapartin: