Upplesarar, tónaskøld og fotografar skulu eisini fáa bókasavnsgjald

Upplesarar, tónaskøld og fotografar skulu eisini fáa bókasavnsgjald
349 høvundar og 33 makar fingu bókasavnsgjald í fjør
1,8 mió. kr. eru játtaðar til bókasavnsgjald. (Savnsmynd)
 
23.09.2024 - 09:32

Upplesarar - tey, sum lesa ljóðbøkur - koma nú aftrat teimum, sum fáa bókasavnsgjald.

Uppskot er gjørt um broyting í bókasavnslógini.

Lógarbroytingin skal eisini geva heimild til at lata tónaskøldum og fotografum bóksavnsgjald.

Tað fingu tey tó eftir reglugerðini um bókasavnsgjald, sum var galdandi til 31. desember í fjør.

Kunngerðin um, hvussu bókasavnsgjaldið skal býtast, verður eisini broytt.   

 

Upplesarar skulu nú eisini fáa bókasavnsgjald (Savnsmynd)

 

17 síður

Í uppskotinum um dagførda kunngerð verður skotið upp, at ásetingin um, at verk í minsta lagi skulu hava 32 síður, verður broytt til 17 síður, so sum hon var fyrr.

17 síður eru markið fyri, nær eitt bókaverk kemur í Føroyska bókalistan. 

1,8 mió. kr. eru játtaðar til bókasavnsgjald.

250.000 kr. komu aftrat í ár.

349 høvundar og 33 makar fingu bókasavnsgjald fyri 2023. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 5. januar
Bolero - Nýggjár 2025
185883
Sunnudag 5. januar
Guðstænasta í Skála kirkju
185882
Leygardag 4. januar
Plátupanelið #025 (1990)
185873
Leygardag 4. januar
Jambalaja - 040125
185865
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 5. januar
Guðstænasta
185896
Fríggjadag 3. januar
Veðrið
185848
Mikudag 1. januar
Sig okkurt skek
185740
Mikudag 1. januar
Hjartabørn í Kenja
185737
Mikudag 1. januar
Andakt við Gerhardi Jónsson Mikkelsen
185736