- Tíðindi, mentan og ítróttur
Nýggjur bústaðargrunnur og eftirlønaruppsparing til lánsgjald
Tað er alt ov dýrt at seta føtur undir egið borð í Føroyum.
Tað heldur Sambandsflokkurin, sum fyrrapartin gav sítt boð uppá, hvussu trupulleikin kann loysast.
Í bústaðarpakkanum hjá Sambandsflokkinum eru fleiri átøk, sum sambært flokkinum fara at lætta um hjá teimum, sum fyrstu ferð skulu keypa sær okkurt at búgva í. Tað veri seg ungfólk ella barnafamiljur.
Bústaðargrunnur
Tað er trupult hjá fólki at savna sær nóg mikið av eginpeningi, sigur Sambandsflokkurin, sum tí mælir til at seta á stovn ein bústaðargrunn við 200 milliónum krónum. Tey, sum fyrstu ferð skulu keypa sær ein bústað, skulu kunna læna fimm prosent av eginfíggingini, í mesta lagi 200.000 krónur.
Skotið verður upp, at almenna felagið Bústaðir skal umsita nýggja Bústaðargrunnin og lánini úr honum.
Hjá nógvum røkkur lønin ikki til at gjalda dýru bústaðarlánini. Og tí skulu fólk í størri mun kunna brúka sínar pengar til at gjalda lán - heldur enn at spara upp til pensjónina.
Erhard Joensen og Bárður á Steig Nielsen løgdu nýggja bústaðarpolitikkin hjá Sambandsflokkinum fram fyrrapartin.
Helvtina av eftirlønargjaldinum
Sambandsflokkurin skjýtur upp, at tey, sum keypa bústað fyrstu ferð, fáa møguleika at fáa helvtina av eftirlønargjaldinum útgoldna sum vanliga løn. Henda møguleika skulu fólk hava í 10 ár. Harvið fáa tey hægri tiltøkupening og betri møguleika at gjalda sítt bústaðarlán.
Barsilsgjaldið skal hækka - ovara markið fyri útgjald skal vera 40.000 krónur um mánaðin. Um neyðugt, so skal inngjaldið í barsilsskipanina hækka fyri at fíggja hægra útgjaldið.
Og so skal barnafrádrátturin hækka 1.000 krónr um mánaðin fyri hvørt barnið, til og við sjey ára aldur.
Kostar 50 milliónir
Tað fer at kosta umleið 50 milliónir krónur, metir Sambandsflokkurin, sum vil fíggja tað við einum eykaskatti á peningastovnarnar og tryggingarfeløgini. Serskatturin skal vera sjey prosent og geva landskassanum tær 50 milliónirnar, sum økti barnafrádrátturin kostar.
Og so gloppar Sambandsflokkurin dyrnar fyri býlisstuðli - tað vil siga stuðul til tey, sum leiga sær ein bústað at búgva í. Almannaverkið skal umsita henda býlisstuðul, sum skal latast við støði í inntøkuni hjá fólki. Býlisstuðulin skal fíggjast við at minka um verandi rentustuðul, sum í dag verður latin teimum, sum eiga ein bústað.
Bústaðarpakkin hjá Sambandsflokkinum krevur fleiri lógarbroytingar - tað veri seg skattalógin, lóggávan um barnafrádrátt, barsilsgjald og eftirlønarlógin. Sambært flokkinum kunnu fyrstu átøkini koma í gildi næsta ár, og restin í 2026.