Telva fyri besta OL-úrslitinum

Telva fyri besta OL-úrslitinum
Føroyska talvlandsliðið fekk í gjár sera gott úrslit á talvolympiaduni, tá tað eydnaðist at vinna á Avstralia. Í dag er seinasti dysturin á skránni ímóti Kekkia
Føroysku telvararnir í Budapest telva í dag fyri sínum besta OL-úrsliti higartil
Mynd: Talvsamband Føroya  
 
22.09.2024 - 14:06

Føroyar eru flúgvandi á talvolympiaduni í Ungarn. Í gjár vunnu føroyska landsliðið 2½ - 1½ á Avstralia, sum er styrkismett væl ovari enn Føroyar. Eitt einastandandi úrslit - helst ein av bestu einstøku dystum hjá Føroyum á nakrari talvolympiadu, skrivar Talvsamband Føroyar.

18 ára gamli føroyameistarin Luitjen vann á fjórða borði. Hinir tríggir telvaðu javnt - Helgi Dam Ziska, Høgni Egilstoft Nielsen og Rógvi Egilstoft. Høgni Egilstoft Nielsen hevur tryggjað sær heitið sum altjóða meistari á hesari olympiaduni, og hjá unga føroyameistaranum hevur eisini gingist sera væl. So væl, at Luitjen Akselsson Apol telvar fyri sínum fyrsta IM-normi í dag.

Føroyar hava nú 13 stig fyri tíggju dystir. Seks sigrar, ein javnleik og trý tap eru úrslitini higartil. Síðani tað í 2008 var farið yvir at lata dystarstigini telja á talvolympiadum heldur enn borðstigini sum fyrr, er úrtøkan í Budapest tann higartil besta hjá okkum.

Føroyar hava svingað seg heilt fram á 35 pláss í røðini av 188 londum í kappingini. Vit liggja javnir við Norra, men eru frammanfyri hini norðurlondini. Okkara menn telva tí í løtuni fyri sínum besta OL-úrsliti nakrantíð.

 

Krútsterk mótstøða

Dysturin í dag er eftir. 11. og síðsta umfar byrjaði klokkan 10 fyrrapartin. Nú vit hava otað okkum so langt fram slept ikki undan harðari mótstøðu í síðsta dystinum. Vit telva móti Kekkia, sum er styrkismett nummar 19 í kappingini. Kekkiska liðið hevur eitt miðalstrykital, sum er omanfyri 2600. 

Vit hava telvað tvær ferðir móti Kekkia. Báðir dystir endaðu 3-1 til Kekkia - tað var hildið at vera heiðurligt úrslit hjá okkum. Í Istanbul í 2000 vann John Rødgaard eitt flott talv á Pavel Blatny, sum tá hevði 2590 í rating. Tað var á øðrum borði; John Arni Nilssen telvaði tá fyrstu ferðina á 1. borði. Í Bled í 2002 eydnaðist John Rødgaard og Heina Olsen á øðrum og triðja borði at telva javnt móti ávikavist Babula og Haba, sum í miðal lógu um 2550 í rating. 

Kekkia er sterk talvtjóð. Nøvn sum Pachman og Hort eru víðakend. Í 1982 endaðu kekkar - tá var tað gamaní Kekkoslovakia - nummar tvey í talv-OL. Sterkasti telvari í kekkia seinnu árini hevur verið David Navara. Hann var eitt skifti nummar trettan í heiminum. Hann hevur Helgi Dam Ziska ímóti sær í dag. Telvararnir á fremru borðunum hjá Kekkia í dag eru báðir í topp 100 í heiminum, skrivar Talvsambandið.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 21. november
RagnarRokk: Mika Grönholm um Coming Home
182857
Hósdag 21. november
«Dómur heimsins»
183980
Hósdag 21. november
Onki føroyskt orð er fyri deyting
183806
Hósdag 21. november
Ung fara av landinum at lesa
183958
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 21. november
Fólksins rødd 4:4
183995
Hósdag 21. november
Andaktin
183982
Hósdag 21. november
Andaktin
183981
Hósdag 21. november
Andaktin
183979
Hósdag 21. november
Andaktin
183977