Val til eldraráðið útsett

Val til eldraráðið útsett
Valið til Eldraráðið í Tórshavnar kommunu, sum skuldi vera 11. oktobur, er útsett, tí ov fá stilla upp.
 
21.09.2024 - 10:49

Tá ið freistin at stilla upp fór 12. septembur, vóru bara trý, sum stillaðu upp.

Fimm fólk skulu veljast í Eldraráðið, umframt tríggjar varalimir.

Býráðið samtykti í gjár at útseta eldraráðsvalið, og tað verður helst ikki fyrr enn eftir kommunuvalið 12. novembur.

Eisini skal leisturin, sum verður brúktur í sambandi við Eldraráðið, endurskoðast fyri valið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 26. apríl
Jambalaja - 260425
191096
Leygardag 26. apríl
Her er flaggdagsrøðan hjá Ben Arabo
191094
Leygardag 26. apríl
Upp á tá - 250425
191091
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 25. apríl
KAKUMiKS (4:7)
191050
Hósdag 24. apríl
Útilív 6:6
191066
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949