Spírar og Sporar er ársins vinnuátak

Spírar og Sporar er ársins vinnuátak
 
20.09.2024 - 14:59

Framfýsna grønmetisframleiðslan, Spírar og Sporar, er ársins Vinnuátak 2024.

Tað var avdúkað á Vinnudegnum, sum verður hildin í Norðurlandahúsinum í dag. 

Nakað av tí, sum verður sagt um Spírar og Sporar, er, at tað krevur dirvi, hugflog og ágrýtni at fremja tað, sum fyritøkan hevur gjørt, í verki.

 

Fleiri fyrimunir

Dómsnevndin sigur millum annað soleiðis:
- At framleiða mat her í Føroyum hevur fleiri fyrimunir, bæði fyri samfelagið og umhvørvið. Hetta er serliga týdningarmikið í einum heimi, har umhvørvisligar og sosialar avbjóðingar gerast alsamt meira átrokandi. Við at framleiða mat í Føroyum kunnu vit minka um okkara tørv á matvøruinnflutningi, og hartil kunnu føroyingar við lokalt framleiddum rávørum fáa atgongd til feskari og meira heilsugóðan mat.

 

Alskyns grønmeti

Seinastu tvey árini hava Spírar og sporar nýtt væturøkt, eisini kent sum hydroponics, at framleiða alskyns sløg av grønmeti og kryddurtum, sum t.d. salat av ymiskum slagi, batavia salat, dild, rosemarin, timian og persillu - uttan eiturevnir. 

Næsta ár verður virksemið víðkað - tá verður millum annað farið undir at framleiða soppar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 21. apríl
Guðstænasta í Havnar kirkju.
190898
Mánadag 21. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 2:2
190874
Sunnudag 20. apríl
Bolero - 20. apríl 2025
190884
Sunnudag 20. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 1:2
190873
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 21. apríl
Bátasmíð í Sandavági
190904
Mánadag 21. apríl
Guðstænasta úr Havnar kirkju
190896
Mánadag 21. apríl
Anna FD 564
190890
Mánadag 21. apríl
Andakt
190889
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190878