Mariukirkjan og Kerit hvør sín matrikul

Mariukirkjan og Kerit hvør sín matrikul
Mariukirkjan skal latast katólska kirkjuliðinum í Føroyum, og Heilbrigdi ætlar at keypa Kerit
Nú nunnurnar eru farnar úr Føroyum, stendur kleystrið tómt. Heilbrigdi ætlar at keypa Kerit.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
20.09.2024 - 10:20

Almenna byggisamtyktin fyri økið, har sum Mariukirkjan er, skal broytast, so Mariukirkjan og kleystrið Kerit kunnu gerast hvør sín matrikul.

Matrikulstovan hevur noktað at sundurbýta, uttan serstøk byggisamtykt verður gjørd fyri økið.

Umsitingin hjá Tórshavnar kommunu heldur ikki, at neyðugt er at gera nýggja serstaka byggisamtykt.

 

Broyta orðing í almennu byggisamtyktini

Men fyri at forða fyri óvissu í framtíðini og loyva Mariukirkjuni at standa á egnum matrikli, uttan at umsitingin ger serstaka byggisamtykt, heldur umsitingin tað vera skilabest at broyta orðingina í almennu byggisamtyktini um sertaka byggidsamtykt, so hon ikki er galdandi fyri sundurbýti og samanlegging av matriklum.

Tað hevur býráðið samtykt. 

Mariukirkjan skal latast katólska kirkjuliðinum í Føroyum. 

Heilbrigdi ætlar at keypa Kerit.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 5. januar
Bolero - Nýggjár 2025
185883
Sunnudag 5. januar
Guðstænasta í Skála kirkju
185882
Leygardag 4. januar
Plátupanelið #025 (1990)
185873
Leygardag 4. januar
Jambalaja - 040125
185865
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 5. januar
Guðstænasta
185896
Fríggjadag 3. januar
Veðrið
185848
Mikudag 1. januar
Sig okkurt skek
185740
Mikudag 1. januar
Hjartabørn í Kenja
185737
Mikudag 1. januar
Andakt við Gerhardi Jónsson Mikkelsen
185736