Landsstýrismaðurin: Ikki ráðiligt at seta royndarskipan í verk

Landsstýrismaðurin: Ikki ráðiligt at seta royndarskipan í verk
Djóni Nolsøe Joensen svaraði í gjár Liljuni Weihe, løgtingskvinnu, um málið um ein drong, sum í næstum verður sendur av landinum, tí einki tilboð er í Føroyum
Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
20.09.2024 - 07:59

Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður í barna- og útbúgvingarmálum, heldur tað  ikki vera ráðiligt at seta royndarskipan í verk, í sambandi við málið um ein drong, sum í næstum verður sendur av landinum, tí einki tilboð er til hansara í Føroyum. 

 

Liljan Weihe, løgtingskvinna. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Liljan Weihe, tingkvinna fyri Tjóðveldi, segði á tingfundinum í gjár, at allir møguleikar eru ikki troyttir í hesum máli. Landsstýrismaðurin hevur møguleika fyri at seta eina royndarskipan í verk.

Til hetta svaraði Djoni Nolsøe Joensen soleiðis:

 

Djoni_2

 

- Talið av børnum, sum verða send av landinum minkar, og tað er at gleðast um, segði Djóni Nolsøe Joensen eisini, tá Liljan Weihe spurdi um sama mál. 

Landsstýrismaðurin sigur seg ikki vilja svara um persónsmál, men sigur tó, at ávíst samskifti er millum partarnar í málinum:

 

Djoni_1

 

Meira verður um hetta evnið í Breddanum klokkan 10. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 26. apríl
Jambalaja - 260425
191096
Leygardag 26. apríl
Her er flaggdagsrøðan hjá Ben Arabo
191094
Leygardag 26. apríl
Upp á tá - 250425
191091
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 25. apríl
KAKUMiKS (4:7)
191050
Hósdag 24. apríl
Útilív 6:6
191066
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949