Kríggið í Ukraina ávirkar goymslur av patrónum til seyðabyrsur

Kríggið í Ukraina ávirkar goymslur av patrónum til seyðabyrsur
Kríggið hevur við sær, at veitarar ikki megna at framleiða fleiri patrónir
Ólavur Weihe er stjóri hjá P.f. Jógvani Weihe.
 
20.09.2024 - 12:44

Kríggið í Ukraina ávirkar nú eisini goymslurnar av patrónum til seyðabyrsur í Føroyum.

Fyrrapartin boðaði Búrøkt í Hoyvík frá, at tey hava avmarkaða nøgd av patrónum á goymslu, og at tey hava ikki møguleika at bíleggja fleiri.

 

 

Búrøkt sigur, at kríggið ger, at veitarar ikki megna at framleiða fleiri patrónir.

Hjá Jógvani Weihe í Havn eru tey eisini skjótt í uppisetri, sigur Ólavur Weihe, stjóri.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum:

 

20092024_Olavur_um_patronir

 

Prísurin á patrónum er misjavnur.

Vit hava spurt okkum fyri á ymsum sølustøðum, og hann liggur millum 240 kr. og 399 kr. fyri eskjuna.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 5. januar
Bolero - Nýggjár 2025
185883
Sunnudag 5. januar
Guðstænasta í Skála kirkju
185882
Leygardag 4. januar
Plátupanelið #025 (1990)
185873
Leygardag 4. januar
Jambalaja - 040125
185865
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 5. januar
Guðstænasta
185896
Fríggjadag 3. januar
Veðrið
185848
Mikudag 1. januar
Sig okkurt skek
185740
Mikudag 1. januar
Hjartabørn í Kenja
185737
Mikudag 1. januar
Andakt við Gerhardi Jónsson Mikkelsen
185736