Á Breddanum: Settur heiman níggju ára gamal - verður nú sendur av landinum

Á Breddanum: Settur heiman níggju ára gamal - verður nú sendur av landinum
Í sendingini í dag verður spurt, nær vit sum land kunnu avgera, at pláss ikki er fyri einum barni, men í staðin flyta tað til Danmarkar
Almannaverkið hevur uppsagt dreingin, og kommunan noyðist nú at finna honum pláss uttanlands.
 
20.09.2024 - 09:25

Fyri seks árum síðani var 15 ára gamli Andrew Rasmussen umsorganaryvirtikin.

Sum tað liggur í orðingini, yvirtaka myndugleikarnar umsorganina fyri barninum, tá tað verður sett heiman, og fáa sostatt ábyrgdina av dreinginum, sum tá var níggju ára gamal.

Nú hevur Almannaverkið uppsagt dreingin. Samstarvið er endað, og kommunan noyðist at finna honum pláss uttanlands.

Men hvør hevur evstu ábyrgd av einum barni í einari skipan?

Og nær kunnu vit sum land avgera, at vit ikki hava pláss fyri einum barni, men í staðin flyta tað til Danmarkar?

Tað spyrja vit í Breddanum í dag.

Samrøða verður við Edvard Heen, stjóra í Almannaverkinum, og Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður í barna- og útbúgvingarmálum, kemur í útvarpsstovuna. 

Breddin í útvarpinum og á kvf.fo klokkan 10.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 5. januar
Bolero - Nýggjár 2025
185883
Sunnudag 5. januar
Guðstænasta í Skála kirkju
185882
Leygardag 4. januar
Plátupanelið #025 (1990)
185873
Leygardag 4. januar
Jambalaja - 040125
185865
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 5. januar
Guðstænasta
185896
Fríggjadag 3. januar
Veðrið
185848
Mikudag 1. januar
Sig okkurt skek
185740
Mikudag 1. januar
Hjartabørn í Kenja
185737
Mikudag 1. januar
Andakt við Gerhardi Jónsson Mikkelsen
185736