Vunnu á Suðurkorea

Vunnu á Suðurkorea
Føroyar eru í løtuni nummar 67 av teimum 188 londunum í kappingini
Hesir telvaðu móti Suðurkorea. F.v. Luitjen Akselsson Apol, John Rødgaard, Høgni Egilstoft Nielsen og Helgi Dam Ziska.
 
19.09.2024 - 09:43

Føroyska talvlandsliðið vann í gjárkvøldið 2½ - 1½ á Suðurkorea á talvolympiaduni í Ungarn. Roknað var við einum jøvnum og spennandi dysti, og so var.

Høgni Egilstoft Nielsen og Luitjen Akselsson Apol vunnu við hvíta fólkinum, og John Rødgaard telvaði javnt á triðja borði. Stórmeistarin Helgi Dam Ziska tapti við svarta fólkinum á 1 borði.

Føroyar eru í løtuni nummar 67 av teimum 188 londunum í kappingini.

Í áttanda umfari í dag møta Føroyar Sveis. 

Sveis er styrkismett nummar 38, og hava 2524 í miðalstyrkitali.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 2. mai
RagnarRokk: Schmier um Birth of Malice
191321
Fríggjadag 2. mai
Morgunlestur fríggjadagur 2.mai 2025
191016
Hósdag 1. mai
RagnarRokk 1.mai 2025
190925
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 2. mai
KAKUMiKS (5:7)
191336
Hósdag 1. mai
Grønir fingrar (1:3)
191286
Mikudag 30. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
191210
Týsdag 29. apríl
Veðrið
191187
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130