Politiskur flokkur misti pengar, tí roknskapur var ikki komin

Politiskur flokkur misti pengar, tí roknskapur var ikki komin
Tá roknskapurin var komin, fekk flokkurin pengarnar aftur, sigur Landsgrannskoðarin í ársfrágreiðingini fyri 2023
Játtanin til politiska virksemið hevur verið 4,8 mió.kr. síðani 2016.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
19.09.2024 - 10:38

Løgmansskrivstovan gavst at lata einum politiskum flokki pengar til politiskt virksemi og politiska upplýsing í fjør.

Orsøkin var, at roknskapurin fyri 2022 var ikki komin í juni.

Roknskapurin kom í juli, og so fekk flokkurin pengar aftur, sigur Landsgrannskoðarin í ársfrágreiðingini fyri 2023.

 

Skal vera tøkur 1. apríl

Í fjør kom ein annar roknskapur frá flokki ikki rættstundis. Hann kom í mai.

Grannskoðaður roknskapur skal vera tøkur í seinasta lagi 1. apríl. 

Samanumtikið vísti grannskoðanin, at einki verður goldið, um krøvini í lógini ikki eru fylgd, og at mannagongdirnar liggja í fastari legu.

Játtanin til politiska virksemið hevur verið 4,8 mió.kr. síðani 2016.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 26. apríl
Jambalaja - 260425
191096
Leygardag 26. apríl
Her er flaggdagsrøðan hjá Ben Arabo
191094
Leygardag 26. apríl
Upp á tá - 250425
191091
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 25. apríl
KAKUMiKS (4:7)
191050
Hósdag 24. apríl
Útilív 6:6
191066
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949