Frágreiðing um Málráðið verður løgd fram í dag

Frágreiðing um Málráðið verður løgd fram í dag
Ein arbeiðsbólkur hevur eftirmett Málráðið
Sirið Stenberg er landsstýriskvinna í mentamálum.
 
19.09.2024 - 08:19

Í dag leggur Sirið Stenberg, landsstýriskvinna, frágreiðing um Málráðið fyri løgtingið. 

Ein arbeiðsbólkur hevur eftirmett Málráðið.

Arbeiðsbólkurin skuldi svara, um lógin um málráð virkar eftir ætlan. 

Hann skuldi eisini kanna, um til ber at áseta reglur um Málráð, Staðarnavnanevnd og Navnanevnd í somu lóg.

Ein frágreiðing um eftirmeting var skrivað í 2016. Hon var tó ongantíð løgd fram og kom ikki í løgtingið. 

 

Samstarv við Staðarnavnanevndina og Navnanevndina

Arbeiðsbólkurin, sum var settur í mai í fjør, kundi taka við upplýsingar úr henni, har tað var mett viðkomandi.

Átta punkt vóru í arbeiðssetninginum hjá arbeiðsbólkinum.

Millum annað skuldi hann lýsa, hvussu samstarvið er við Staðarnavnanevndina og Navnanevndina.

Og fyrstu munnligu spurningarnir í hesi tingsetuni eru á tingfundinum í dag.

Tingfundurin í dag er kl. 11.00.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 26. apríl
Jambalaja - 260425
191096
Leygardag 26. apríl
Her er flaggdagsrøðan hjá Ben Arabo
191094
Leygardag 26. apríl
Upp á tá - 250425
191091
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 25. apríl
KAKUMiKS (4:7)
191050
Hósdag 24. apríl
Útilív 6:6
191066
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949