Høgni stríddi seg til remis í maratontalvi

Høgni stríddi seg til remis í maratontalvi
Høgni Egilstoft Nielsen stríddi seg til remis í maratontalvi í landsdystinum ímóti Slovenia, sum Føroyar kortini taptu greitt
Høgni Egilstoft Nielsen stríddi seg til remis ímóti stórmeistara í sonnum maratontalvi
Mynd: TSF  
 
17.09.2024 - 09:55

Føroyar taptu greitt ímóti Slovenia í gjár á talvolympiaduni, sum er í Budapast í hesum døgum.

Úrslitið var ½ - 3½ til slovenar, sum á sínum fremru borðum høvdu tveir sterkar russiskar stórmeistarar, ið eru flýddir undan Vladimir Putin, skrivar Talvsamband Føroya.

Helgi Dam Ziska telvaði væl á 1. borði, men himpraðist, tá ið á stóð, og tað bøtti hann fyri stutt eftir. Rógvi Egilstoft og John Rødgaard taptu skjótt.

Dagins talvi stóð Høgni Egilstoft Nielsen fyri. Hann stríddist við rygginum ímóti múrinum ímóti russiskum stórmeistara í samfullar átta tímar, og mótstøðumaðurin tók ikki remis, fyrrenn bert kongarnir stóðu eftir á borðinum, og eingin annar telvari var eftir í salinum.

Føroyar eru nú nummar 78 í røðini av teimum 187 londunum í kappingini. Í dag er frídagur í Budapest - einasti hvílidagurin í kappingini - og í sjeynda umfari mikudagin telva Føroyar móti Suðurkorea. Tað verður fyrsti talvlandsdysturin landanna millum. Roknast kann við einum jøvnum dysti.

 

Føroyar (66)  -  Slovenia (26)  ½ - 3½

GM Helgi Dam Ziska (2553)  -  GM Vladimir Fedoseev (2692)  0 - 1

Høgni Egilstoft Nielsen (2379)  - GM Anton Demchenko (2597)  ½ - ½

Rógvi Egilstoft (2278)  -  GM Matej Sebenik (2515)  0 - 1

IM John Rødgaard (2273)  -  Matic Lavrencic (2360) 0 - 1

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 2. mai
RagnarRokk: Schmier um Birth of Malice
191321
Fríggjadag 2. mai
Morgunlestur fríggjadagur 2.mai 2025
191016
Hósdag 1. mai
RagnarRokk 1.mai 2025
190925
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 2. mai
KAKUMiKS (5:7)
191336
Hósdag 1. mai
Grønir fingrar (1:3)
191286
Mikudag 30. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
191210
Týsdag 29. apríl
Veðrið
191187
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130