Gunnar vann DM-silvur

Gunnar vann DM-silvur
59 ára gamli vágbingurin, Gunnar Hjelm, vann í morgun silvur í DM-kappingini í bodybuilding í flokkinum +60 ár og fekk eitt fjórða pláss í flokkinum +50 ár.
Gunnar Hjelm vann í morgun silvur í mastersflokkinum +60 og bleiv nummar fýra í +50
Mynd: Siv Gunnarsdóttir Hjelm  
 
15.09.2024 - 10:33

- Aldurin er jú bara eitt tal, og hevur tú ein dreym og eitt mál, tú setir tær, so er tað ikki aldurin, sum er ein forðing fyri tí, sum hjartað brennur fyri, sigur Gunnar, sum var næstelstur av teimum 81, ið kappaðust.

Hann er væl nøgdur við tað, hann fekk burtur úr kappingini, men heldur seg kanska hava havt í styttra lagi av fyrireikingartíð undan kappingini.

- Eg havi mist nógv kilo eftir øgiliga stuttari tíð, og har vóru bara marginalar, sum vóru á muni. Men vinnarin var góður og tað var væl uppiborið, at hann vann á mær í +60, sigur Gunnar, ið ikki ætlar at gevast við hesum kappingunum.

- Fyrstu ferð, eg var við til eina sovorðna kapping, var fyri 34 árum síðani, og tá ið eg síðani havi stillað upp, havi eg sagt, at eg geri tað bara hesa einu ferðina aftrat. Men tað sigi eg ikki hesaferð, so havi eg lív og heilsu, ætli eg mær at royna aftur.

Meira um hetta í tíðindasendingini í útvarpinum klokkan 14.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 2. mai
RagnarRokk: Schmier um Birth of Malice
191321
Fríggjadag 2. mai
Morgunlestur fríggjadagur 2.mai 2025
191016
Hósdag 1. mai
RagnarRokk 1.mai 2025
190925
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 2. mai
KAKUMiKS (5:7)
191336
Hósdag 1. mai
Grønir fingrar (1:3)
191286
Mikudag 30. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
191210
Týsdag 29. apríl
Veðrið
191187
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130