Útlendingar fingu av órøttum fimm milliónir úr fiskavirkisskipanini

Útlendingar fingu av órøttum fimm milliónir úr fiskavirkisskipanini
Hjá nøkrum útlendingum er hesin arbeiðsloysisstuðulin grundarlagið fyri uppihaldinum í Føroyum
Eyðfinnur Jacobsen er formaður í stýrinum fyri ALS.
Mynd: Bárður Lydersen  
 
05.09.2024 - 12:52

Góðar fimm milliónir krónur vóru í fjør av órøttum rindaðar í stuðli til útlendingar í fiskavirkisskipanini. 

Tað staðfesta nýggj løgfrøðilig upprit, sum ALS-stýrið hevur biðið um. 

Og hjá nøkrum útlendingum er hesin arbeiðsloysisstuðulin grundarlagið fyri uppihaldinum í Føroyum.

Millum 10 til 15 útlendingar hava í upp til hálvtannað ár fingið stuðul úr fiskavirkisskipanini, sjálvt um tey lítið og einki hava arbeitt hesa tíðina í Føroyum. 

Tað staðfesti Eyðfinnur Jacobsen, stýrisformaður í ALS, tá hann var gestur í Breddanum í morgun.

Hetta ber til, tí higartil hevur verið mett, at útlendingar, sum koma til Føroya at arbeiða, lúka krøvini um 40 tíma arbeiðsviku, um tey eru í fiskavirkisskipanini. 

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 

 
050092024_Eydfinnur_Jacobsen

 

Allur Breddin kann hoyrast her.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 22. apríl
Morgunlestur týsdagur 22. apríl 2025
190899
Mánadag 21. apríl
Guðstænasta í Havnar kirkju.
190898
Mánadag 21. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 2:2
190874
Sunnudag 20. apríl
Bolero - 20. apríl 2025
190884
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 21. apríl
Bátasmíð í Sandavági
190904
Mánadag 21. apríl
Guðstænasta úr Havnar kirkju
190896
Mánadag 21. apríl
Anna FD 564
190890
Mánadag 21. apríl
Andakt
190889
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190878