- Tíðindi, mentan og ítróttur
Rektarin á Miðnámi í Suðuroy sagt seg úr starvi
Rektarin á Miðnámi í Suðuroy, Rósa Heinesen, hevur sagt seg úr starvi.
Hon tók við sum rektari tann 1. februar í ár, men fer nú úr aftur starvinum tann 1. desembur.
- Tá taki eg við einum nýggjum starvi, sigur Rósa Heinesen í stuttari viðmerking, samstundis sum hon avsannar, at uppsøgnin hevur nakað við tvídystin millum hana og borgarstjóran á Tvøroyri at gera.
Grein fekk øði í borgarstjóran
Í junimánaði skrivaði hon eitt lesarabræv við yvirskriftini “Kommunusamanlegging: Ein fallos og annar”, sum fekk øði í Kristin Michelsen, ið vildi hava eina umbering.
Tað fekk hann ikki, men síðani hevur einki meira verið at hoyrt um tað málið.
Áðrenn Rósa Heinesen tók við sum rektari á Miðnámi í Suðuroy, hevði hon undirvíst bæði har og á Heilsuskúlanum, og eisini hevur hon arbeitt í Granskingarráðnum.