Tupperware í Norðurlondum eisini farið á húsagang

Tupperware í Norðurlondum eisini farið á húsagang
Tupperware byrjaði í 1946 við sølu heima hjá fólki, og í 1962 kom felagið til Danmarkar, sum fekk ábyrgdina av øllum Norðurlondum
Norðurlendska dótturfelagið hjá Tupperware hevur fingið so stórar trupulleikar, at felagið verður koyrt á húsagang.
Mynd: AFP/Ritzau Scanpix  
 
08.01.2025 - 15:47

Norðurlendska deildin hjá altjóða fyritøkuni Tupperware, sum eitur Tupperware Nordic, er farin á húsagang, og er tí tikin til trotabúsviðgerð av Sjó- og handilsrættinum í Keypmannahavn.

Amerikanska móðurfelagið fór í gjaldssteðg seinasta heyst, men seinast í oktober komu boð um, at felagið varð selt og tí bjargað.

Nú er tað so norðurlendska dótturfelagið hjá Tupperware, sum hevur fingið so stórar trupulleikar, at felagið verður koyrt á húsagang.

Tupperware byrjaði í 1946 við sølu heima hjá fólki, og í 1962 kom felagið til Danmarkar, sum fekk ábyrgdina av øllum Norðurlondum. 

Tupperware hevur eisini verið í Føroyum í nógv ár, men tað heldur eisini uppat, nú norðurlendska deildin hjá felagnum letur aftur.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 22. apríl
Morgunlestur týsdagur 22. apríl 2025
190899
Mánadag 21. apríl
Guðstænasta í Havnar kirkju.
190898
Mánadag 21. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 2:2
190874
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 21. apríl
Bátasmíð í Sandavági
190904
Mánadag 21. apríl
Guðstænasta úr Havnar kirkju
190896
Mánadag 21. apríl
Anna FD 564
190890
Mánadag 21. apríl
Andakt páskadagur.
190889
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190878