Bæði kyn geva fleiri møguleikar

Bæði kyn geva fleiri møguleikar
Um bæði kyn eru umboðað í einari nevnd, so fært tú samstundis fleiri sjónarmið, styrkir, áhugamál og førleikar, og tað kann bara vera ein fyrimunur
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
03.09.2024 - 12:45

Soleiðis sigur nýggja forkvinnan í javnstøðunevndini, Halla Nolsøe Poulsen, sum hevur sitið í sessinum í góðan mánað.

- Um mann kann gera mun, so skal mann traðka til, sigur Halla um orsøkina til, at hon segði ja til at taka við sessinum, tá fyrrverandi forkvinna fór frá í úrtíð.

Javnstøðunevndin hevur úr at gera, tí nógv eru tey, sum vilja hava ráðgeving um ymiskt, sum hevur við javnstøðu at gera. Tað kann snúgva seg um at fáa betri javnstøðu á einum arbeiðsplássi ella einum ítróttafelag, men tað kann eisini vera javnstøðupolitikkur, ið skal orðast, tí viðskiftafólk úti í heimi krevja hetta av sínum veitarum.

Eisini hevur nevndin til uppgávu at tryggja, at javnstøðulógin verður hildin, og tá tey síggja brot á hesa, gera tey vart við brotið og biðja um at fáa tað rættað. Hetta kann bæði vera ein nevnd, har annað kynið er yvirumboðað ella ein starvslýsing, har lýst verður eftir starvfólki av øðrum kyninum.

1693820

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 9. januar
Morgunlestur hósdagur 9. januar 2025
185734
Mikudag 8. januar
Mono 080125 - 1. sending
186041
Mikudag 8. januar
Skratsj 8. januar 2025
186039
Mikudag 8. januar
Góðan morgun Føroyar
186014
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 8. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
186035
Týsdag 7. januar
Veðrið
185981
Týsdag 7. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
185950
Sunnudag 5. januar
Guðstænasta í Skála kirkju
185896