Tyrluvanlukka í Russlandi kravt 22 mannalív

Tyrluvanlukka í Russlandi kravt 22 mannalív
Enn er ikki greitt, hví tyrlan datt niður. Sambært einum ukrainskum miðli er fíggjarstjórin í russiska fótbóltssambandinum ein av teimum deyðu
Øll tey 22 fólkini umborð lótu lív, tá ein tyrla datt niður í Kamtsjatka-landslutinum í Russlandi í gjár
Mynd: Handout/AFP/Ritzau Scanpix  
 
01.09.2024 - 15:58

Øll tey 22 fólkini, sum vóru við tyrluni, sum datt niður á Kamtsjatka-hálvoynni í Russlandi í gjár, hava latið lív.

Tað siga russiskir miðlar í dag. Higartil eru 17 lík funnin, og leitingin eftir hinum fimm verður tikin upp aftur í morgin, siga russiskir miðlar.

Tyrlan, sum var av slagnum Mi-8, hvarv stutt eftir at hon var farin á flog við 19 ferðafólkum umborð umframt manningina, sum taldi trý fólk.

Enn er ikki greitt, hví tyrlan datt niður, men hon hvarv av radaranum bert fáar minuttir eftir at hon var farin avstað, uttan at manningin hevði boðað frá um nakrar trupulleikar. Seinni varð vrakið av tyrluni funnið á staðnum, har hon var horvin av radaranum.

Vrakið liggur í umleið 900 metra hædd í einum øki, sum er vælumtókt hjá ferðafólki. Landslagið á Kamtsjatka-hálvoynni er stórsligið og vilt við fleiri virknum gosfjøllum.

Ferðavinnufyritøkan Vityaz-aero átti tyrluna. Mi-8 tyrlurnar vórðu av fyrstan tíð gjørdar sum flutningstyrlur hjá sovjetska herinum.

Enn er einki komið út um orsøkina til, at tyrlan datt niður. Men sambært ukrainska miðlinum RBC-Ukraine er ikki talan um nakra vanlukku, men um morð. Miðilin skrivar, at millum ferðafólkini umborð vóru Arseniy Zamyatin, sum er fíggjarstjóri í russiska fótbóltssambandinum, og kona hansara.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 10. mars
Morgunlestur mánadagur 10. mars 2025
188897
Sunnudag 9. mars
Bolero - Kvinnuligir tónasmiðir
188876
Sunnudag 9. mars
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
188875
Sunnudag 9. mars
Kallið: "Kvinnan skal tiga ! ?"
188796
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. mars
Djóralækni og skúlastjóri
188123
Fríggjadag 7. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
188792
Fríggjadag 7. mars
Veðrið
188823