- Tíðindi, mentan og ítróttur
Leiðandi yvirlækni: Bíðitíðin er ikki 20 ár
- Bíðitíðin at verða útgreinaður fyri ADHD er ikki 20 ár.
Tað sigur Tormóður Stóra, leiðandi yvirlækni á psykiatriska deplinum, í aftursvari til Bjørg Dam, forkvinnu í ADHD-felagnum.
Bjørg Dam er forkvinna í ADHD-felagnum. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)
576 fólk yvir 18 ár bíða eftir at vera útgreinað fyri ADHD, og tað merkir, sambært forkvinnuni í ADHD-felagnum, at tann næsti, sum kemur á listan, er í einari ógvuligari óhepnari støðu og kann bíða í 20 ár.
Men hesum vísir Tormóður Stórá aftur.
- Tað ber ikki til at gera støðuna upp, sum Bjørg Dam ger, sigur hann.
Kortini viðurkennir Tormóður Stórá, at bíðitíðin er ov long.
Hoyr innslag í útvarpstíðindunum:
Evnið var viðgjørt í Breddanum fyrrapartin.
Allur Breddin kann hoyrast her.