Kaj Leo Holm Johannesen: Koyristólurin læt eyguni upp

Kaj Leo Holm Johannesen: Koyristólurin læt eyguni upp
Nústani síggi eg, hvussu trupul gerandisdagurin er hjá okkum, sum hava skerdar førleikar, sigur fyrrverandi løgmaður, sum nú situr í koyristóli
08.11.2024 - 19:25

Samfelagið er als ikki innrættað til allar føroyingar. Tað sigur fyrrverandi løgmaður, sum seinastu fýra mánaðirnir hevur sitið í koyristóli. Hann ætlar sær at ganga aftur, men henda seinasta tíðin hevur lært hann nògv. 

"Tað er nógv fyri, at eg skuldi koma í ein koyristól fyri at síggja hesi tingini", sigur politikarin. 

Kaj Leo Holm Johannesen hevur verið løgmaður, løgtingsmaður og landsstýrismaður. Nú ásannar hann, at politiska skipanin eigur at vera meira tilvitað um gerandisdagin hjá teimum, sum hava skerdar førleikar. 

Tóra við Keldu, forkvinna í Megd, vitjaði í sjónvarpsstovuni. 

 

 

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 29. januar
Skratsj 29. januar 2025
187050
Mikudag 29. januar
Morgunlestur mikudagur 29.januar 2025
186657
Mikudag 29. januar
LEITISSTEIN 28.01.2025 (Tjant)
187008