Um eitt ár verður farið at byggja Stenomiðstøðina

Um eitt ár verður farið at byggja Stenomiðstøðina
Byggisstýrisbólkurin viðger í løtuni prosjektuppskotið
Fyribils staðseting hjá Stenomiðstøðini.
 
19.11.2024 - 07:07

Um eitt ár verður farið undir at byggja Stenomiðstøðina í Havn.

Byggisstýrisbólkurin viðger í løtuni prosjektuppskotið. 

Í ár eru 20 mió. kr. í fíggjarlógini til Stenomiðstøðina.

7. november var bara brúkt ein millión.

Heilsumálaráðið hevur svarað figgjarnevndini um Stenomiðstøðina.

Hon skal byggjast oman á verandi C-bygning á Landssjúkrahúsinum.

Byggja omaná

Fíggjarnevndin spurdi Heilsumálaráðið, hvat tað heldur um tað at byggja oman á ein gamlan bygning.

Heilsumálaráðið svarar, at Landsverk og Landssjúkrahúsið siga, at tað hevði verið einfaldari at bygt á sløttum óbygdum lendi.

Men fíggjarligu karmarnir í samstarvsavtaluni við Novo Nordisk grunnin og langtíðarætlanir um hølisviðurskiftini á Landssjúkrahúsinum gera, at bygt verður oman á C-bygningin.  

Byggitekniskt ber tað til, men enn eru nógv viðurskifti eftir at greiða nærri, áðrenn endalig støða kann takast, svarar Heilsumálaráðið.

Novo Nordisk grunnurin letur 121 mió. kr. til Stenomiðstøðina í Havn.

Peningurin skal brúkast árini 2023 til og við 2032 til at fíggja rakstur og íløgur í samstarvinum um millum annað diabetis millum Novo Nordisk grunnin og Heilsumálaráðið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 29. januar
Skratsj 29. januar 2025
187050
Mikudag 29. januar
Morgunlestur mikudagur 29.januar 2025
186657
Mikudag 29. januar
LEITISSTEIN 28.01.2025 (Tjant)
187008