Epilepsi er ein sjúka, sum fleiri ikki vilja viðurkenna

Epilepsi er ein sjúka, sum fleiri ikki vilja viðurkenna
Leygardagin verður almennur temadagur um epilepsi hildin á Hotel Hafnia í Havn
 
08.11.2024 - 10:45

Í Epilepisfelag Føroya eru góðir 70 limir, men roknað verður við, at um 400 føroyingar hava epilepsi.

Tað er tíverri so, at fleiri ikki vilja viðurkenna sjúkuna, sigur Randfríð Sørensen, næstforkvinna.

Grundirnar kunnu eitt nú vera, at ein møguligur arbeiðsgevari sær tað sum ein vansa, um arbeiðstakari hevur epilepsi.

Randfríð Olsen vísir tó á, at tað er ein fyirmunur, um fólk í nærumhvørvinum eru kunnað, tí so eru tey klár at handfara støðuna, um epilepsi-herðindi koma á viðkomandi.

Í flestu førum kann heilivágur halda sjúkuni niðri, men tá hann ikki munar, kunnu broyttir kostvanar hjálpa.

Aimi Justinussen, sum lesur mýlavísindi, er við í nýggjari epilepsi-granskingarverkætlan.

Ætlanin er at kanna, um góðar tarmbakteriur kunnu hava gagnliga ávirkan á epilepsi.

Í næstum fara tey at leita efitr føroyingum, ið vilja vera við í verkætlanini.

Temadagurin er á Hotel Hafnia í morgin, leygardagin 9. november, frá klokkan 14 til 18.
 

1707253

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 22. apríl
Morgunlestur týsdagur 22. apríl 2025
190899
Mánadag 21. apríl
Guðstænasta í Havnar kirkju.
190898
Mánadag 21. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 2:2
190874
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947
Týsdag 22. apríl
3-2 (24. mars 2025)
190946
Týsdag 22. apríl
3-2 (17. mars 2025)
190944