Ognin var fimm milliardir størri enn skuldin

Ognin var fimm milliardir størri enn skuldin
Meira enn helvtin av ogn føroyinga uttanlands er í virðisbrøvum
Nettoognin vaks 7,6 milliardir í fjør.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
21.11.2024 - 09:59

Føroyar áttu stívliga fimm milliardir krónur meira, enn tær skyldaðu uttanlands í fjør.

Í 2022 var nettoskuldin tvær milliardir krónur.

Hetta komst serstakliga av, at fyritøkur tóku stór lán hetta árið. 

Nettoognin vaks 7,6 milliardir í fjør.

Ein orsøk er, at virðið á virðisbrævaognunum uttanlands hækkaði í 2023. 

Samstundis minkaði virðið á virðisbrævognunum hjá útlendingum í føroyskum fyritøkum, skrivar Hagstovan.

 

 

Allir geirar hava størri nettoogn. 

Tað almenna hevur hálvaaðru milliard meira í nettoogn. 

Uttanlandsskuldin vaks fjórðings milliard, so nettoognin hjá tí almenna er góðar 1,2 milliardir krónur størri.  

Meira enn helvtin av ogn føroyinga uttanlands er í virðisbrøvum. 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 1. mai
Grønir fingrar (1:3)
191286
Mikudag 30. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
191210
Týsdag 29. apríl
Veðrið
191187
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117