Bakkafrost hevði 117 milliónir í halli í øðrum ársfjórðingi

Bakkafrost hevði 117 milliónir í halli í øðrum ársfjórðingi
Botnurin fór undan laksaprísinum, meðan verkfall var, og 4.000 tons vóru útflutt fyri munandi lægri prís
Fiskurin í ringunum í Vági mátti takast, áðrenn hann var hálvvaksin, og tað hevði við sær fíggjarligan miss.
 
26.08.2024 - 08:19

Rakstrarúrslitið hjá Bakkafrosti í øðrum ársfjórðingi fyri alt samtakið var 388 milliónir krónur, men eftir skatt var tað eitt hall upp á 117 milliónir krónur.

Tøkugjaldið var 84 milliónir krónur í øðrum ársfjórðingi í ár og 196 milliónir fyri fyrra hálvár í ár, samanborið við 30 milliónir annan ársfjórðing í fjør og 68 milliónir krónur fyrra hálvár í fjør.

- Laksaprísurin var óvanliga høgur fram til hálvan mai, men fall síðani ógvusliga fram til juli, sigur Regin Jacobsen, stjóri á Bakkafrosti.

- Botnurin fór undan laksaprísinum, meðan verkfall var í Føroyum, so heili 4.000 tons vórðu útflutt fyri munandi lægri laksaprís, eftir at verkfallið var endað.

 

Regin Jacobsen er stjóri í Bakkafrosti. 

 

ILA í Vági

Stjórin í Bakkafrost ásannar, at tað, at ILA varð funnið í tveimum ringum í Vági í mai, eisini hevur ført til stórt fíggjarligt tap, tí fiskurin mátti takast, áðrenn hann var hálvvaksin.

- Marknaðarútlitini fyri seinna hálvár eru so góð, sum áður hildið. Fyri at tryggja okkara kappingarføri, hava vit tí sett fleiri sparitiltøk í verk, sigur Regin Jacobsen, og vísir serliga til, at Bakkafrost í juli læt virkið í Stornoway aftur.

Tøkan í Føroyum var 10.226 tons og 11.366 tons í Skotlandi, í mun til ávikavist 8.658 og 7.343 tons sama tíðarskeið í fjør.

Lívfrøðiliga gongdin var góð í Føroyum, og lúsatølini eru framhaldandi metlág, sigur Bakkafrost.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 21. apríl
Guðstænasta í Havnar kirkju.
190898
Mánadag 21. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 2:2
190874
Sunnudag 20. apríl
Bolero - 20. apríl 2025
190884
Sunnudag 20. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 1:2
190873
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 21. apríl
Bátasmíð í Sandavági
190904
Mánadag 21. apríl
Guðstænasta úr Havnar kirkju
190896
Mánadag 21. apríl
Anna FD 564
190890
Mánadag 21. apríl
Andakt
190889
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190878