Lítil áhugi fyri makrelinum í norskum sjógvi

Lítil áhugi fyri makrelinum í norskum sjógvi
Fyrsta føroyska skipið var annars á veg í norskan sjógv, men fór ongantíð hagar.
Arctic Voyager er fyribils einasta skipið, sum hevur biðið um at sleppa í norskan sjógv, men fór ongantíð hagar. (Savnsmynd)
 
22.08.2024 - 10:48

Áhugin hjá føroyskum skipum at fiska makrel í norskum sjógvi er lítil, fyri ikki at siga eingin. 

Fyrsta føroyska skipið var annars á veg í norskan sjógv at fiska makrel, men fór ongantíð hagar.

Arctic Voyager fór úr Fuglafirði sunnukvøldið.

Hann er fyribils einasta føroyska skipið, sum hevur biðið um at sleppa í norskan sjógv eftir makreli.

Arctic Voyager er nú á veg til Føroya.

Skipini fáa ikki nógvan makrel nú í føroyskum sjógvi ella í altjóða sjógvi.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 29. januar
LEITISSTEIN 28.01.2025 (Tjant)
187008
Týsdag 28. januar
Orðaval #10 - talumál og Norðlýsið
186983
Týsdag 28. januar
Góðan morgun Føroyar
186960
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 28. januar
Vegamót: Støðan í ríkisfelagsskapinum
187006
Týsdag 28. januar
Veðrið
186991
Sunnudag 26. januar
Guðstænasta á Viðareiði
186881